* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Bingjuskip smuglaði 5.800 kilo av kokaini

Eitt bingjuskip á veg úr Medellin í Kolumbia til Algeciras í Spania hevði størstu lastina av kokaini, sum sponsku myndugleikarnir hava lagt hald á í 18 ár. Tríggir persónar eru fyribils handtiknir, men fleiri aftrat verða væntandi tiknir.

Marshall Island flaggaða bingjuskipið MV Banak, sum varð steðgað í Algeciras, var lastað við bananum úr Kolumbia, men altso eisini eini ovurstórari nøgd av kokaini, sum sambært sponsku myndugleikarnar hevur eitt virði á gøtuni upp á meira enn 1,5 mia. kr.

Ein av teimum handtiknu var stjóri í eini innflutningsfyritøku, sum átti bingjuna, har kokainið varð funnið.

Kokainið var pakkað niður millum bananirnar í bingjuni á tí 2.400 TEU stóra skipinum, sum Klaveness eigur. 

Hygg at innslagnum her.


Kelda: Reuters