* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Binguskipið Emma Mærsk fyri óhappi

 Binguskipið Emma Mærsk sum herfyri var úti fyri einum óhappi tann 1. Februar, kemur ikki út aftur at sigla fyribils. Orsøkin til hettar er at riva er komin í skrokkin beint við síðuskrúðuna aftan, so sjógvur hevur fossa inn í maskinrúmið, og stendur tað nú undur í vatnið heilt upp í 16 metra hædd. Froskmenn royndu so at tetta rivuna fyri at minka um mongdina sum streymar inn, soleiðis at man nú stigvíst kann byrja at tøma maskinrúmið fyri sjógv.

Emma Mærsk var á veg ígjøgnum Suez kanalina, tá íð tað knappuliga byrjaði at streyma vatn inn í maskinrúmið. Funnið var skjótt fram til at ein síðu skrúva hevði fingið skaða so nógvur sjógvur kom inn. Skipið bleiv so sleipa til bingu terminalin í Port Said, so man kundi lossa tær 13.500 bingurnar sum vóru umborð. Skipið var so ongantíð í vanda fyri at søkka.

Tað kemur at taka drúgva tíð at skilja sundur, turka og umvæla alla maskindeilir í maskinrúminum. Serliga er tað tann mega stóri 14 cylindara Wartsila høvusmotorurin og tann langi skrúvu aksulin íð er 120 metur langur, sum nógv tíð skal brúkast uppá at reingerða og umvæla. Sambart keldum frá Lloyd’s í London, so kemur tað at taka meira enn 3 mánaðar áðrenn Emma Mærsk kemur út aftur at sigla.

Emma Mærsk sum eg bygd á Lindø skipasmiðjuni í Danmark, bleiv sjósett tann 16. august í 2006, og er hon uppkalla eftur konuni hjá Mærsk MC-Kinney Møller. Skipið er 397 metrar langt, 56 metrar breitt og kann lasta 15.500 bingur á 20 fót. Motorurin sum hevur 14 cylindarar, hevur eina orku uppá 110.000 hestar og kann geva skipinum eina ferð uppá 25 míl.
Vestmenningurin Marius í Garðastovu hevur verði skipari umborð á Emmu Mærsk síðani hon byrjaði at sigla tann 8. septembur í 2006.

Kelda: Søfart

Skrivað: Martin Sonny Frederiksen / antares.fo