
Bjargingarskip í Miðjarðarhavinum við 120 flóttafólkum
Ferðin tvørtur um Miðjarðarhavið hesa ársins tíð
er sera vandamikil. Nógv flóttafólk uppliva lágan likamshita.
Ocean Viking, sum
siglir undir norskum flaggi, boðaði mikidagin frá, at tað hevur tikið 30 flóttafólk
upp úr ein báti í Miðjarðarhavinum, sum hevði trupulleikar. Báturin lá út fyri
libysku strondini.
Sostatt eru 120
flóttafólk umborð á skipinum í løtuni.
Týsdagin tók
skipið 94 flóttafólk upp úr einum gummibáti, sum var tætt við at søkka út fyri
libysku strondina. Millum flóttafólkini vóru 11 kvinnur, og fýra teirra vóru
við barn.
Seks børn vóru í
gummibátinum, upplýsir “SOS Méditerranée” á Twitter.
Neyðhjálparfelagsskapurin,
Læknar uttan landamørk, skrivar á Twitter, at tey sóu ein bát, sum var í
trupulleikum mikudagin, og tey tóku 30 fólk umborð.
Tey 30, sum er
bjargað, siga, at tey hava havt tað trupult á havinum síðani týskvøldið.
Felagsskapurin,
Læknar uttan Landamørk og SOS Méditerranée, gera arbeiðið sjálvboðið.
Ferðin tvørturum
Miðjarðarhavið hesa ársins tíð er sera vandamikil fyri gestaarbeiðarar og
flóttafólk, sum fara út við søkkladnum bátum. Vandin fyri at verða køldur nógv
er stórur.
Síðsta mánaða
sigldi Ocean Viking 176 gestaarbeiðarar til havnarbýin, Taranto, í Italia. Fyri
umleið tveimum mánaðum síðani kom skipið inn við meira enn 100 skipum til eina
havn á Sisilia.
Eftir politiskt
stríð og løgfrøðiligar ósemjur gav italska stjórnin skipinum loyvið at koma til
bryggju.
Kelda:
Shippingwatch