* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Sólpanelini umborð á Paolo Topic.

Sólpanelini, sum verða mett at vera tey fyrstu umborð á einum bulkskipi, vórðu sett í “Paolo Topic”, sum er eitt 34.900 tons stórt bulkskip, ið varð smíðað í Japan í 2016.

 

Dentur er lagdur á, at sólpanelini eru sett soleiðis upp, at tey ikki koma í vegin, tá skipið lastar og lossar.

 

Aftaná fyrstu royndirnar við sólpanelunum, fór Wärtsila undir at broyta teir tríggjar Daihatsu-høvuðsgeneratorarnar umborð soleiðis, at teir kunnu nýtast sum blendingsgeneratorar. Frammanundan vóru generatorarnir einasta keldan til streym umborð, men nú eru bæði sólorka og ravløð/battaríir sett í aftrat.

 

Mett verður, at innstallasjónin í Bulkskipið er ein veruligur varði á leiðini at gera bulkflotan bæði kappingarføran fíggjarliga og umhvørvisvinarligan.

 

Onnur skipasløg hava fingið ísett sólpanel sum eina royn, teirra millum eitt hollendskt skip og eitt av nýggjaru reikferðaskipunum hjá Royal Caribbean International.

 

Kelda: The Maritime Executive