* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Oljuprísurin er lækkaður seinastu náttina.

Boð frá OPEC fingið oljuprísin at lækka

Oljuprísurin lækkaði fyrrapartin í dag til undir 75 dollarar fyri tunnuna. Tað hendi eftir at tveir av heimsins størsu oljuframleiðarum, Russland og Saudiarabia, boðaðu frá, at tey umhugsa at økja oljuframleiðsluna.

 

Russiski orkumálaráðharrin, Alexander Novak, segði í vikuskiftinum, at tað kann væl henda at Russland fer at økja oljuframleiðsluna á sama stig, sum áðren avtalan við OPEC varð sett í gildi.

 

Oljuprísurin hevur verið í jøvnum falli seinastu náttina.

 

Fyri fyrstu ferð síðan 8. mai var prísurin á einari tunnu av olju komin undir 75 dollarar tunnuna. Klokkan 4 í nátt var prísurin komin niður á 74,89 dollarar.

 

Putin

Russiski forsetin, Vladimir Putin kom longu fríggjadagin við ábendingum um, at honum hevði dámt væl at sæð prísin fallið til undir tað stig, hann er á í dag.

         

- Okkum hevði dámt væl ein prís upp á 60 dollarar fyri tunnuna, sigur Vladimir Putin.

         

Putin heldur, at ein høgur prísur bara gongur út yvir brúkaran.

         

Steðgurin í oljuframleiðsluni í Venesuela og amerikonsku átøkini ímóti Iran hava seinastu tíðina gjørt sítt til, at oljuprísurin er hækkaður. Roknað verður til dømis við, at tá átøkini móti Iran av álvara verða sett í verk, vera einar 800.000 tunnur av olju minni á marknaðinum – um dagin.

 

Kelda: E24