* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Boripallur hjá Maersk vinnur heiðursløn annað árið á rað

Shell er væl nøgt við jack-up-pallin, Maersk Convincer, og hevur annað árið á rað givið pallinum heiðurslønina “Jack-up Rig of the Year” orsakað av væl eydnaða arbeiðnum hjá manningini umborð á pallinum, sum er staddur uttanfyri Brunei.

 

Maersk Convincer kom til økið uttanfyri Brunei í september 2017 fyri at halda fram við nógvum ára samstarvi við Brunei Shell Petroleum. Heilt síðani hevur Maersk Drilling-pallurin áhaldandi verið ein av virknastu pallunum, sum Shell hevur í arbeiði, skrivar Maersk Drilling í einum tíðindaskrivi um heiðurin.

 

“Maersk Convincer lá áhaldandi ovast hvat rakstrarorku- og evnum viðvíkur í fýra ársfjórðingar á rað,” segði Shell í grundgevingini fyri heiðurin.

 

Maersk Drilling hevur nú vunnið sjey “Rig og the Year” awards frá Shell seinastu tíggju árini.

 

Kelda: Maritime Danmark / Maersk Drilling