* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Av 2.500 børnum, sum vórðu skild frá foreldrum sínum á veg úr Meksiko inn í USA, eru 1.400 nú aftur saman við foreldrunum.

Fleiri børn á meksikanska markinum aftur saman við foreldrunum

Fleiri av børnunum, sum vórðu tikin frá foreldrunum, tá tey royndi at fara um meksikanska markið inn í USA, eru nú aftur saman við foreldrunum. Men enn eru fleiri, har foreldrini ikki eru funnin.

Amerikanska stjórnin boðaði í gjár frá, at 1.400 av 2.500 børnum, sum vórðu skild frá foreldrum sínum á meksikanska- amerikanska markinum, nú aftur eru saman við foreldrum sínum.

Sakførarar hjá amerikonsku stjórnini siga, at 711 børn ikki høvdu møguleika at sameinast við foreldrunum áðrenn evstamarkið, sum ein dómari hevði ásett.

Tað var partur av politikkinum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, ið hevði við sær, at børn vórðu tikin frá foreldrum sínum í royndum teirra at fara um markið úr Meksiko til USA. Nógv teirra høvdu ikki loyvið at fara um markið.

Kelda: Reuters