* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

BP heldur seg burtur frá Hormuzsundinum

Oljufelagið BP, sum fyrr í mánaðinum mundi mist eitt skip, tá iranska kollveltingarhirðin royndi at leggja hald á eitt av skipum teirra, hevur ikki sent skip gjøgnum sundið síðani. Og tað ger felagið framvegis ikki, sigur stjórin í felagnum, Brian Gilvary. Stena Bulk arbeiðir framvegis við at fáa fatur á sínum skipi, sum iranar hava lagt hald á.

 

Trý skip frá iransku kollveltingarhirðini høvdu kós ímóti 159.000 dwt stóra British Heritage í Persaflógvanum, men vendu við, tá eitt bretskt herflotaskip vardi skipið hjá BP. Síðani hevur BP hildið seg burtur úr økinum.

 

- Vit fara framhaldandi at senda lastir gjøgnum umráðið, men tú fert ikki at síggja nakað skip fara gjøgnum Hormuzsundið við BP-flaggi í nærmastu framtíð, sigur Brian Gilvary sambært Reuters.

 

Manningin á Stena Impero var óhepnari, tá iranskir myndugleikar fyri ellivu døgum síðani løgdu hald á skipið. Hermenn loraðu seg niður úr tyrlum.

 

Síðani hevur reiðaríið biðið um at sloppið at vitja manningina, men hesum hava iranar víst aftur.

 

Maritime Danmark/TradeWinds