* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Strandarlív á brasilskari strond - miðskeiðis í koronafarsóttini.

Brasil letur landamørk uppaftur hóast økta smittu

Brasil lat mikudagin uppaftur fyri útlendingum, sum koma inn í landið loftvegis, við vónini um at bjarga einari lamdari ferðavinnu. Samstundis veksur talið av koronasmittaðum.

 

Samstundis sum landamørkini loftvegis verða latin upp, longja brasilsku myndugleikarnir innferðarforboðið um landamørkini á landi - og sjóvegis landamørkini við 30 døgum.

 

Avgerðin at loyva flogferðsluni í gongd aftur kemur samstundis, sum Brasil boðar frá methøgum tali á smittaðum um dagin, og samstundis sum almenna talið á deyðum av koronasmittuni fór upp um 90.000.

 

Í løtuni eru 90.134 fólk váttað deyð av koronavirusinum í Brasil. Íalt 2,5 milliónir fólk eru skrásett við sjúkuni í hesum stóra landinum í Suðuramerika, men veruliga talið meta serfrøðingar vera nógvar ferðir hægri.

 

Kelda: e24.no