* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Brasilska Petrobras er komið út við besta úrslitinum síðan 2011.

Brasilska Petrobras við størsta avlopinum síðani 2011

Brasilska oljufelagið kom úr 2. ársfjórðingi í ár við bestu botnlinjuni síðan 2011. Hækkandi oljuprísir er ein partur av frágreiðingini, skrivar Bloomberg News. Samstundis er skuldin hjá felagnum minkað.

Avlopið hjá felagnum eftir skatt var uppá slakar 17,4 milliardir krónur um ársfjórðingin.

Nógv stríð hevur verið kring Petrobras í longri tíð, millum annað hava mongu skuldsetingarnar um mutur í brasilsku stjórnini og hjá høgum politikarum í Brasilia, millum annað havt samband við júst Petrobras.

Fyrstu seks mánaðirnar í ár seldi felagið annars fyri 5 milliardir dollarar. Peningurin fór fyrst og fremst til at gjalda skuld fyri – 13% íalt til 73,66 milliardir dollarar.

Keldas: ShippingWatch/Ritzau