* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Breiður meiriluti fyri víðkan av sjómansskatti

Ein breiður meiriluti umfatandi stjórnina, Danska Fólkaflokkin og Radikala Vinstra samdist fyri jól um at víðka danska sjómansskattin til eisini at fevna um frálandsskip. Nú taka eisini Sosialdemokratarnir undir við hesum.

Dansk Metal, Danske Rederier og Rederiforeningen af 2010 mæltu í einum felags brævi í februar vinnumálaráðharranum Brian Mikkelsen til at broyta DIS-lógina til eisini at fevna um frálandsskip. Hetta fer at hava við sær, at starvsfólkini verða umfatað av donsku lønarsáttmálunum, tá tey arbeiða á skipum, ið verða umfatað av komandi víðkanini av danska sjómansskattinum í tann mun, at sjófólkini útinna uppgávur á donsku skipunum í donskum sjógvi.

Uppskotið hjá stjórnini fekk fyrstuviðgerð í Fólkatinginum í gjár, og líkt er til, at hinir stóru flokkarnir í Fólkatinginum taka undir við tí, upplýsir Danske Rederier. Hetta er bæði galdandi fyri Danska Fólkaflokkin og Sosialdemokratarnar.

Flokkarnir vísa á, at broytingin ikki bert tryggjar arbeiðspláss, men at víðkanin av DIS-skipanini eisini hevur eina góða landafrøðiliga javnvág millum land og bý, sum hevur stóran týdning fyri flokkarnar. Harumframt leggur Radikali Vinstri dent á, at tað er umráðandi at framtíðartryggja donsku styrkisstøðuna á havvindøkinum.

Bæði Dansk Metal og Danske Rederier fegnast um breiðu undirtøkuna.

”Danmark er sum heild ein kappingarfør sjóvinnutjóð við góðum rammukorum. Men júst á frálandsøkinum hava kappingarneytar okkara í Norðsjónum í fleiri ár verið frammanfyri okkum. Nú er líkt til, at vit við breiðari politiskari undirtøku fáa javnstillað frálandsskipini við restina av handilsflotanum og útlendsku kappingarneytarnar, og tað eru vit í vinnuni sera fegin um,” sigur Jacob K. Clasen, stjóri í Danske Rederier.

Kelda: Danske Rederier