* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Brennandi bingjuskip søkkur í Biskayavíkini

Brennandi italska bingjuskipið, Grande America, sakk týsdagin á djúpum vatni í Biskayavíkini, góðar 180 fjórðingar úr fronsku strondini. Eftir at eldurin kyknaði, fekk skipið stóra stýriborðslagsíðu, og kl. 15.20 sakk skipið skriva millum onnur gCaptain og Maritime Danmark.

 

Í løtuni eru fleiri fronsk skip á leiðini at taka góðs og aðrar rekar upp í økinum. Enn er ógreitt, hvussu nógv olja var í skipinum, men myndugleikarnir óttast oljudálking. Tað er eisini ógreitt, hvat innihaldið var í bingjunum umborð á Grande America.

 

Franska frálandsskipið, Abeille Bourbon, royndi allan týsdagin at sløkkja eldin við vatnkanónum, men mikudagin góvust tey við royndunum at sløkkja.

 

Grande America var á veg frá Hamburg til Casablanca, tá eldur kom í skipið.

 

Kelda: Maritime Danmark og gCaptain