* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
398 kg av heroini varð funnið umborð á einum bingjuskipi.

Bretar finna heroin fyri fleiri milliónir umborð á bingjuskipi

Bretar hava funnið eina rúgvu av heroini umborð á einum bingjuskipi, sum hevði kós ímóti Belgia. Tað hendir bara eina viku eftir, at týskir tollmyndugleikar almannakunngjørdu, at teir høvdu funnið kokain umborð á einum skipi, sum hevði somu kós.

Bretar hava funnið 398 kg av heroini, sum varð goymt undir teppum og handkløðum í einari bingju.

Virðið á heroininum á gøtuni verður mett til 40 pund, sum er omanfyri 320 milliónir krónur, og hetta verður mett at vera størsti heroin-fundurin í Bretlandi nakrantíð.

Bingjuskipið við ólógligu lastini hevði kós ímóti Antverpen í Belgia, men legði inn í Felixstove í Bretlandi á vegnum.

Her kannaði NCA, sum er bretski stovnurin fyri kriminalitet, saman við tollmyndugleikunum, eina bingju, sum teir fingu illgruna til. Tað var í hesari bingjuni, at heroinið varð funnið hin 2. august.

Eftir hetta varð bingjan sett umborð aftur á skipið, og kósin varð sett ímóti Antverpen. Tá skipið var komið til Antverpen, vórðu fleiri fólk handtikin.

Kelda: Shippingwatch