* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Við fallinum í oljuprísinum kostar oljuútvinningin í Norðsjónum Bretlandi meira, enn hon kastar av sær til landið, skrivar The Gaurdian.

Tað er ikki bara í Danmark, at oljuútvinning í Norðsjónum langt frá er tann gullkálvurin, hon hevur verið.

Sambært eini nýggjari frágreiðing misti Bretland beinleiðis pengar upp á sína olju í 2016.

Tað vísir ein frágreiðing, sum felagsskapurin Carbon Brief hevur gjørt, skrivar bretska blaðið The Guardian.

"Oljan í Norðsjónum er ikki longur pengamaskinan, sum fíggjarmálaráðharrar hava vant seg við seinastu áratíggjuni," sigur politiski stjórin í Carbon Brief, Simon Evans, við The Guardian.

Stuðulin hægri enn avkastið

Sambært útrokningunum fingu oljufeløgini í bretska partinum av Norðsjónum stuðul frá stjórnini upp á 396 miljónir pund í fjør, men rindaðu 381 miljónir pund í skatti.

Hetta er úrslitið av fallinum í oljuprísinum. Fyrst í 2016 kostaði ein tunna av Norðsjóvarolju undir 30 dollarar. Í 2014 kostaði hon meira enn 100 dollarar.

Hava feløgini tap, kunnu tey krevja skatt aftur næsta ár. Harumframt er stórur skattaavsláttur av nýggjum íløgum, sum minka um skattapartin av oljukøkuni.

Lítur Bretland út í framtíðina, kann útreiðslan gerast upp aftur størri. Feløgini kunnu nevniliga fáa stuðul til at taka boripallar og anlegg úr rakstri á ein ábyrgdarfullan hátt.

Bretsku orkumyndugleikarnir vænta, at hetta fer at kosta 47 miljardir pund.

Carbon Brief sigur tó, at olju- og gassútvinningin í Norðsjónum gjøgnum árini hevur sent 190 miljardir pund í bretska ríkiskassan. Og verður inflasjónin íroknað, er talið 330 miljardir pund eller 2866 miljardir krónur síðani 1960'ini.

Danir í somu støðu

Eisini í Danmark hevur fallið í oljuprísinum kostað dýrt á skattarokningini til feløgini í Norðsjónum. Síðani oljuprísurin fall eru inntøkurnar úr Norðsjónum falnar úr langt oman fyri 10 miljardir krónum til 4,6 miljardir krónur í 2015.

Í 2016 hevur oljuprísurin verið lægri enn í 2015.

Fyrr í ár gjørdi danska stjórnin eina nýggja avtalu við feløgini í Norðsjónum, ið gevur ein eyka skattaavsláttur. Hetta verður gjørt fyri at fáa feløgini at verða verandi í Norðsjónum, meðan oljuprísirnir eru lágir.

Kelda: shippingwatch.dk