* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Bretska kappingarráðið er farið at kanna DFDS.

Bretska kappingarráðið, Competition and Markets Authority, er farið at kanna møguliga kappingaravleiðandi sáttmála millum DFDS og P&O Ferries á farleiðini millum Calais og Dover.

 

Sáttmálin varð gjørdur í mai, og endamálið var at stytta bíðitíðina hjá lastbilum á farleiðini. Avtalan varð gjørd, beint áðrenn tey bæði reiðaríini fingu ein nýggjan kappingarneyta, nevniliga Irish Ferries, sum ikki er boðið við í samstarvið.

 

Avtalan við bæði feløgini hevur við sær, at ein lastbilur kann koyra umborð á fyrstu ferjuna, sum leggur at, uttan mun til um viðkomandi hevur ferðaseðil við DFDS ella P&O Ferries.

 

- Okkara fokus er altíð at betra ferjutilboðini til farmakundar. Við hesi nýggju avtaluni, at deila kapasitetin á Dover-Calai, bjóða við skjótari fart yvirum og fjølbroytni, tí hetta minkar um ovurtrýstið á farleiðini og heldur handilin koyrandi, sigur Filip Hermann, leiðari á Kanal-farleiðunum hjá DFDS.

 

Nú er bretska kappingarráðið so farið at kanna málið.

 

Kelda: Maritimedanmark