* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 
Skotsk fiskifør stóðu fyri 63 prosentum av bretsku veiðuni í fjør.

Bretski fiskiflotin stóra framgongd

Bretski fiskiflotin hevði eitt gott ár í fjør. Sambært eini frágreiðing – The Economics of the UK Fishing Fleet – var 2016 besta árið í átta ár. 

Í 2016 vaks inntøkan í miðal við 19 pst. samanborið við árið fyri hjá teimum stívliga 4.500 bretsku fiskiførunum, sum eru við í frágreiðingini. Samlaði umsetningurin endaði á sløkum 8,2 mia. krónum. 

Orsøkin til framgongdina eru hægri prísir á fleiri fiskasløgum til matna og lægri prísir á brennievni.

– Inntøkuvøksturin og støðugt lágu brennievnisprísirnir hava verið høvuðsorsøkirnar til góðu úrslitini, og í 2016 var ískoytið hjá vinnuni til búskapin tað hægsta síðani 2008, sigur Arina Motova, ið er búskaparfrøðingur hjá Seafish.

Samlaða rakstraryvirskotið vaks 22 pst. til 1,7 mia. krónur. Lági kursurin á bretska pundinum var eisini við til at økja um inntøkuna í fjør, stendur í frágreiðingini.

Bretsku fiskiførini landaðu í 2016 tilsamans 697.000 tons, sum var eitt sindur minni enn árið fyri, tá samlaða nøgdin var 706.000 tons. Veiðan hjá skipum, heimahoyrandi í Skotlandi, stóð fyri 63 pst. av samlaðu veiðuni.

Millum fiskasløgini stóð makrelur fyri 30 pst. av landaðu nøgdunum, og var sostatt tann mest veiddi fiskurin.

Kelda. fiskeritidende.dk