* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Bretski flogberin, Queen Elizabeth, fer nú á fyrstu altjóða uppgávu sína.

Flogberin, HMS Queen Elizabeth, fór av bakkastokki í 2014 og vað handaður Royal Navy í 2017.

 

Men ikki fyrr enn nú er flogberin tilreiðar til fyrstu altjóða uppgávu sína. Við sær hevur hann ræðandi loftberandi vápnamegi – nevniliga F-35 stríðsflogfør.

 

Drotning Elizabett og bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, vóru til staðar, tá skipað varð fyri stórum hátíðarhaldi fyrr í mai.

 

Flogberarnir “Queen Elizabeth” og “Prince of Wales” eru systurskip, og tey boða frá einari nýggjari tíð hjá bretska flotanum, sum nú kann fara í bardaga allastaðni í heiminum við ógvuliga framkomnum F-35 stríðsflogførum.

 

Kelda: Søfart