* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 
Fiskimenninir í Selsey eru farnir at brúka smærri bátar fyri at sleppa undan kvotuásetingunum hjá ES.MYND: NINA E. RANGOY

Bretskir fiskimenn krevja fiskin aftur

Bretskir fiskimenn noyðast at hyggja at, meðan fraklendingar fiska meginpartin av fiski teirra. Nú vóna teir, at brexit fer at geva teimum rættin yvir egnum havøki, og leita sær í hesum sambandi ráð í Norra.

-Fraklendingar hava rætt til at fiska 86 prosent av toskinum í okkara sjógvi, bretskir fiskimenn hava rætt til níggju prosent. Tilsvarandi tøl eru galdandi fyri mong onnur fiskasløg. Er tað løgið, at vit kenna okkum snýttar? spyr fiskimaðurin Tony Delahunty í lítla strandarbýnum Selsey.

<p>GITT BORT: Fisker Tony Delahunty mener britene ga bort deres egen fisk til fiskere fra Frankrike og andre EU-land, da de i sin tid forhandlet fiskeriavtale med EU.</p>


Tony Delahunty heldur, at bretar góvu sín egna fisk burtur til fiskimenn í Fraklandi og øðrum ES- londum, tá teir í sínari tíð samráddust um fiskiveiðuavtalu við ES. MYND: NINA E. RANGO


Tá ein floti av fiskiførum sigldi niðan gjøgnum Themsen við mótmælisfløggum, og táverandi brexit-oddamaðurin, núverandi uttaríkisráðharrin Boris Johnson, taldist millum teirra, ið lovaðu fiskimonnunum fullan stuðul undan fólkaatkvøðuni í Bretlandi í fjør, sum endaði við, at bretar nú skulu samráða seg út úr ES, var skeiva býtið av fiskatilfeinginum eitt stórmál.

Nú vísa skjøl, sum dagblaðið The Guardian hevur fingið hendur á, at bretska samráðingarnevndin ikki hevur ætlanir um at leggja so stóran dent á fiskin kortini.

– Meginparturin av teimum í ES-tinginum og fiskivinnufeløgini í hinum ES-londunum vilja jú varðveita støðuna, sum hon er í dag, tí hon er til teirra fyrimun. Men tá Bretland fer úr ES, verða vit brádliga ein óheft strandartjóð við teimum rættindum og skyldum, ið tað hevur við sær. Vit fara at leita okkum ráð hjá norsku starvsfeløgum okkara um, hvussu vit kunnu verja okkara sjógv og fisk á ein betri hátt tá, sigur Barrie Deas, talsmaður fyri bretska fiskivinnufelagið (NFFO).

Valið í Bretlandi

  • 18. apríl kunngjørdi Theresa May forsætisráðharri, at nýval verður í Bretlandi 8. juni.
  • Ætlanin er at tryggja stuðul og semju undan torføru Brexit-samráðingunum, og at hon verður ein fólkavaldur forsætisráðharri.
  • May yvirtók sessin, tá David Cameron legði frá sær eftir fólkaatkvøðuna í fjørsummar.
  • Nývalið kom óvart, tí næsta val ikki skuldi vera fyrrenn í 2020, og May áður hevur víst aftur, at hon vildi skriva út nýval.

Vilja hava norska skipan

Vánaligar kvotur og alt ov nógvar óskiljandi reguleringar og tungt skrivstovuveldi, eru høvuðsorsøkirnar til, at bretsku fiskimenninir vilja út úr ES.

 – Norska skipanin virkar nógv betri, sigur Barrie Deas við VG.

Eitt dømi um lítið gagnligar ES-reglur fyri øll, eru skjaldbøkurnar í Miðjarðarhavinum:

– Meskavíddin í nótunum gjørdi, at ov nógvar skjalbøkur vórðu tiknar av óvart, so ES gjørdi av, at øll limalondini skuldu broyta meskastøddina. Vit hava ikki skjaldbøkur í okkara sjógvi, og reglan elvir tí til stórar trupulleikar hjá okkum, greiðir Tony Delahunty frá.

ES-skattirnir á fiski eru heldur ikki vælumtóktir. Nú eru fleiri av fiskimonnunum í Selsey farnir at brúka bátar, ið liggja undir markinum fyri støddini, ið er kvoturegulerað. Hetta gevur teimum eitt sindur størri frælsi, men er ikki so lønandi.

Talið á fiskimonnum er nógv minkað í Bretlandi seinastu árini, og tað er vorðið nógv truplari at liva av fiskivinnu.

 – Í 1990-árunum forvann eg kanska 100 000 pund um árið brutto (umleið eina miljón krónur), nú er tað munandi minni, sigur Tony. 

<p>BREXIT: Britiske fiskere stemte ja til å forlate EU.</p>

Bretskir fiskimenn atkvøddu fyri at fara út úr ES.MYND: NINA E. RANGOY

Saman við sonium og einum øðrum manni er hann úti við lítla bátinum meira enn 200 dagar um árið. Veður og streymviðurskifti forða teimum annars.

- Fleiri starvsfelagar forvinna so lítið nú, at teir fara út einsamallir. Tað er lívshættisligt her, við umstøðunum, streyminum og veðrinum, vit hava, og mong óhapp henda, greiðir Tony Delahunty frá.

Kelda: vg.no