* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Bretska herskipið, HMS Echo, liggur í løtuni í Odessa.

Bretskt herskip í Ukraina elvir til gitingar

Bretska herskipið, HMS Echo, er komið á flotavitjan í Ukraina. Nú verður tosað um, hvørt bretar munnu fara at senda herskipið gjøgnum Kerch-sundið at bjóða russum av í hesum annars frælsa, men stratekiskt týdningarmikla øki.

 

Graml um at Bretland ætlar at bjóða Russlandi av í Kerch-sundinum er farið at ganga, eftir at bretski uttanríkismálaráðharrin, Gavin Williamson, stutt fyri jól vitjaði umborð á HMS Echo, sum í løtuni liggur í Odessa.

 

Ukrainskir nasjonalistar mæla í lokalum miðlum bretum til at seta russarar upp á pláss, og víst verður til, at russar hava brotið avtaluna við Ukraina um fría sigling gjøgnum Kerch-sundið.

 

Stríðið endaði í november við vápnaðum samanstoyti millum russisk og ukrainsk flotaherlið, og 24 ukrainskir marinuhermenn vórðu tiknir til fanga, og hald varð lagt á trý skip hjá ukrainska herinum.

 

Russiskir fjølmiðlar hava hinvegin ávarað Bretlandi ímóti at bjóða Russlandi av í Kerch-sundinum.

 

Samstarvið millum Russland og Bretland hevur ikki verið gott, síðani eiturálopið á ein russiskan njósnara og dóttir hansara. Hendingin fór fram í Bretlandi.

 

Kelda: Maritime Danmark