* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

29 ára gamli bretski stýrimaðurin, ið hevði vakt á brúnni á farmaskipinum Scot Carrier, sum hin 13. desember sigldi danska skipið Karin Høj niður millum Ystad og Borholm, skal útflýggjast til rættarsókn í Danmark. Tað hevur Landsrætturin í Malmø gjørt av.

 

Landsrætturin tók sostatt undir við avgerðini hjá Býarrættinum í Ystad um útflýggjan til Danmarkar. Stýrimaðurin varð annars fongslaður in absentia í Keypmannahavnar Býarrætti, skuldsettur fyri grovt ósketni og óviljað manndráp.

 

Tveir mans vóru umborð á Karin Høj. Kavarar funnu annan mannin deyðan umborð á skipinum, meðan hin framvegis ikki er komin afturíaftur. Teir eru báðir danir.

 

Bretski stýrimaðurin hevur roynt at sloppið undan at vera útflýggjaður til Danmarkar, og hann hevur eisini kært fongslingina í Svøríki.

 

Ein annar av manningini, sum eins og bretski stýrimaðurin var alkoholávirkaður, tá vanlukkan hendi, er latin leysur, men er framvegis skuldsettur fyri brennivínssigling.

 

Kelda: Sydsvenskan / Maritimedanmark