* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Brexit: Donsk reiðarí stúra fyri frálandsvinnuni

Størsti óttin hjá danska reiðarafelagnum í sambandi við eitt Brexit er, at bretsk protektiónisma fer at forða donskum reiðaríum í at arbeiða á bretska landgrunninum. Hetta kann bera í sær tap av inntøkum og donskum arbeiðsplássum í reiðaríunum.

Brexit: Rederier frygter for offshore
Undirstjóri Jacob K. Clasen, Danske Rederier

Bretska reiðarafelagið og bretsk fakfeløg hava longu verið úti við krøvum um, at eftir Brexit skulu serligar reglur galda fyri setan av bretskari arbeiðsmegi, um eitt útlendskt felag skal kunna gera sáttmálar um arbeiði á bretska landgrunninum. 

“Og hetta verður álvarsamasta avleiðingin av Brexit,” sigur Jacob K. Clasen, undirstjóri í Danske Rederier við Maritime Danmark.
Hann vónar, at samráðingarnar um Brexit enda við als ikki at fáa nakra avleiðing fyri virksemið hjá reiðaríunum, men viðgongur, at tað helst er ivasamt.

Umframt at varðveita eina fría og eins atgongd til sáttmálar á bretska landgrunninum hjá frálandsreiðaríunum, hevur Jacob K. Clasen tvey onnur týdningarmikil ynski:
“Vit ynskja, at samhandilin eisini eftir eitt Brexit verður so lættur sum møguligt, so bingjur og skip kunnu flóta so lætt sum gjørligt gjøgnum bretsku havnirnar. At tað við øðrum orðum ikki verða settar nýggjar og truplar tollmannagongdir í gildi,” sigur hann.

“Eitt triðja ynski er, at ES-londini - eftir at Bretlandi er farið úr ES - taka seg saman, tí vit longu nú vita, at bretar fara at royna at gera tað upp aftur meiri áhugavert at reka skipavinnu úr Bretlandi. Her skulu ES-londini vera til reiðar at møta hesi avbjóðing og tryggja kappingarfør rammukor,” sigur Jacob K. Clasen.

Kelda: maritimedanmark.dk