* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Brexit-avtala er góð fyri reiðaríini

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, og leiðandi ES-samráðingarmaðurin, Michel Barnier, hava skrivað undir ein sáttmála um, hvussu Bretland skal fara úr ES. Avalan fer at leggja frið yvir framtíðar arbeiðið við samhandlinum millum Bretland og ES.

 

- Hetta er gott nýtt fyri donsk reiðarí, sum annars høvdu havt eina ótrygga framtíð eftir broytingarnar í mars komandi ár við øktum tolleftirliti, og við einari støðu, har ES-reglurnar ikki longur tryggja frælsa og javna atgongd til bretska marknaðin, sigur stjórin í danska reiðarafelagnum, Jacob K. Clasen.

 

Fyri danskar reiðarar – og sostatt eisini fyri nógvar føroyskar sjómenn, sum sigla við donskum reiðaríum, merkir hetta grundleggjandi javna og frælsa atgongd til bretska marknaðin. Tað umfatar marknaðaratgongd sum heild fyri donsk handilsskip og serliga vøruflutning um Ermasund við Ro-Ro-skipum, og tænastuveiting í frálandsvinnuni á bretska landgrunninum.

 

Hetta eru avgerandi viðurskifti, sum skulu tryggjast við fríhandilssáttmála, sum í størstan mun sleppur donskum reiðaríum undan tollforðingum, minkar um eftirlitið á markinum og tryggjar sínámillum viðurkenning av prógvum hjá starvsfólkum í maritimu vinnuni.

 

- Tað er alt avgerandi fyri okkum, at vit eisini í framtíðini frítt kunnu ferma vørur til og úr Stórabretlandi, sum er heimsins triðstørsti marknaðurin hjá donskum reiðaríum, sigur Jacob K. Clasen.

 

Kelda: Maritimedanmark / Danske Rederier