* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Brislingur á fyrsta sinni veiddur í íslendskum sjógvi

Bris­ling­ur er á fyrsta sinni veiddur undir Íslandi. Hetta hendi undir royndarveiðu eftir flatfiski hjá íslendska havrannsóknarskipinum Árna Friðriksson síðst í august, skrivar Morgunblaðið.

Undir veiðuni fingu teir ein brisling á 20 metra dýpi undir Eyjafjallasandi.

Brislingur er smávaksin fiskur av síld­arætt og verður sjáldan størri enn 16 senti­metr­ar.

Brislingur er uppsjóvarfiskur og heldur til á grunnum vatni, ofta nær við strendurnar, skrivar íslendska Havrannsóknarstovan á heimasíðu síni.

Útbreiðslan er stór á landgrunnunum í Norðurevropa og Afrika, eisini á 50 metra dýpi.

Brislingur fæst úr Atlantshavsstrond Mar­okko og norður í Norðsjógvin og framvið suðurstrond Noregs og inn í Eystursjógvin. Harumframt finst hann í Miðjarðarhavinum, Adriatarahavinum og í Svarta­havinum.

Hafrannsóknaskipið Árni Friðriksson siglir út úr Reykjavíkurhöfn.
Hav­rann­sókna­skipið Árni Friðriks­son á veg út úr Reykja­víkar havn. mbl.is/​Sig­urður Bogi
Brislingur er góð føði bæði hjá ymiskum fiskasløgum og sjófuglum. Nógv veiða er eftir hesum fiskinum, og meginparturin fer til ídnað ella mjøl.
Í árunum 1974-1979 lá ársveiðan í Norðsjónum um 350-600 tús. tons, men minkaði so, og í 1986 var lítil og eingin veiða. Síðani vaks veiðan ár undan ári og var um 360 tús. tons í 1995.
Eftir tað hevur veiðan ligið millum 60 tús. til 300 tús. tons. Í fjør var hon 250 tús. tons. Í Eystursjónum hevur veiðan verið meiri støðug undanfarin áratíggjuni. Har hevur ársveiðan ligið millum 300 og 500 tús. tons, mest í 1997.
Kelda: mbl.is