* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Buksurnar bjargaðu týskum frítíðarsiglara

Ein týskur frítíðarsiglari bjargaði lívinum við at gera buksur sínar til ein bjargingarvest. Hann datt fyri borð, tá hann var raktur av bumminum á seglbátinum, hanan var við. Hálvanfjórða tíma seinni fann ein bjargingartyrla mannin.

 

- Tíbetur kendi eg hasar snildirnar við buksunum, sigur 30 ára gamli Arni Murke, sum ikki var í bjargingarvesti, tá hann datt fyri borð.

 

Á einari vitjan í Nýsælandi hevði hann, saman við beiggja sínum, tikið á seg at sigla seglbátin, Wahoo, úr Nýsælandi til Brasilia. Men teir vóru ikki komnir langt, tá óhappið hendi.

 

Tá Arne Murke datt í havið, blakaði beiggi hansara ein bjargingarkrans til hansara, men áðrenn tað eydnaðist honum at fáa fatur á bjargingarkransin, hvurvu bæði kransur og bátur. Men hann hevði hoyrt um snildirnar við buksunum, og tað bjargaði honum.

 

- Uttan buksurnar var eg ikki her í dag. Tað vóru tær, ið bjargaðu mær, sigur Arne Murke við New Zealand Herald.

 

Kelda: Maritime Danmark og New Zealand Herald


[youtube=http://www.youtube.com/watch?time_continue=36&v=JUhZzWNcPKI]
Sjónbandaupptøkur, sum vísa, hvussu einar buksur kunnu nýtast sum bjargingarvestur.