* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Meira enn hundrað farmaskip hava í ár fingið trupulleikar av dálkaðum brennievni, sum tey hava bunkrað annaðhvørt í Singapor ella í Meksikanska flógvanum.

Bunkara-samtak vil steðga dálkaðum brennievni

Altjóða bunkarasamtakið, IBIA, vil við einum nýggjum kanningarhátti sleppa undan nýggjum tilburðum av dálkaðum brennievni.

 

Nú skal endi fáast á dálkaðum brennievni av tí slagnum, sum skip hava fingið í Singapor og í Meksikanska flógvanum í ár, og sum hava steðgað siglingini hjá meira enn 100 farmaskipum.

 

Tað sigur International Bunker Industry Association, IBIA,sum vil hava nýggjan kanningarhátt av HFO.

 

IBIA heitir tískil á øll reiðarí um at luta vitanina, tey hava um dálkað brennievni.

 

“Í løtuni er onki samstarv á økinum, og fleiri partar nokta at luta vitan sína við aðrar. Hetta er eitt umstrýtt evni, og kjakið er hart,” sigur IBIA í tíðindaskrivi.

 

Óheppin evni í brennievninum hava í seinastuni ført til tipt rør, tiptar sentrifukur og tipt brennievnisfiltur.

 

Kelda: Søfart