* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt bunkarfelag í Singapor hevur mist bunkarloyvið eftir svik við kraftarmiklari magnet.

Bunkarfelag mist loyvið í Singapor eftir svik við magnet

Eitt bunkarfelag hevur mist loyvið at lata brennievni í Singapor. Tað hendir, eftir at sjóvinnumyndugleikarnir í landinum hava funnið útav, at felagið nýtti eina kraftarmikla magnet fyri at sleppa undan “flowmátarum”.

 

Eitt mál um nýtslu av kraftarmiklum magnetum fyri at sleppa undan mátiútgerð, fær nú avleiðingar fyri eitt bunkarfelag í Singapor.

 

Miðlar á staðnum skriva, at sjóvinnumyundugleikarnir í landinum, Maritime and Port Authority of Singapore (MPA), hevur tikið bunkarloyvið frá Southernpecs, sum altso ikki fær loyvi at lata brennievni í havnini.

 

Grundin til at felagið hevur mist loyvið, er at  MPA hevur funnið prógv um, at starvsfólk hjá Southernpec hava nýtt eina magnet at órógva sonevndu flowmetrini á bunkarskipum.

 

Síðan 2017 hevur tað verið eitt lógarfest krav at nýtt flowmetur at máta brennievni, tá skip verða bunkrað. Tað varð gjørt júst fyri at sleppa undan sviki við bunkringum.

 

Sambært Reuters er Southernpec 30. størsti av 51 leverandørum í Singapor, sum aftur er heimsins størsta bunkarhavn.

 

Kelda: ShippingWatch