* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Høvuðsstøðin hjá Dan-Bunkering í Danmark.

Bakmansløgverjan hevur ákært Dan-Bunkering fyri 33 ferðir at hava selt jett-brennievni til russisk feløg, sum lótu tað víðari til Sýria í stríð við ES-revsitiltøk ímóti landinum. Í einari viðmerking skrivar Bunker Holding, sum eisini er ákært, at felagið er “bilsið” av ákærunum.

 

Ákæran móti Dan-Bunkering – og í átta førum eisini Bunker Holding og einum stjóra, snýr seg um sølu av 172.000 tons av jettbrennievni. Virðið á brennievninum verður mett til 647 milliónir krónur, og sølan fór fram millum 2015 og 2017.

 

Felagið varð meldað til løgverjuna í 2017, og í fjør varð Bunker skuldsett.

 

Bunker Holding skrivar í tíðindaskrivi sennapartin týsdagin, at felagið sær fram til at “málið verður lýst fult og heilt – og endað”.

 

- Vit eru kortini bilsin av, at SØIK hevur gjørt av at koma við hesum ákærunum. Einki í okkara gjølligu kanningum bendir á, at nøkur fólk í Dan-Bunkering ella í Bunker Holding, hava vitað um møgulig brot á ES-tiltøkini móti Sýria, skrivar Bunker Holding sambært Avisen Danmark.

 

Sambært Bunker Holding er tað ikki eydnast at koma í samskifti við myndugleikarnar um málið.

 

- Vit høvdu annars hugsað okkum at tosa um, at eingin myndugleiki hevur tendrað nøkur ávaringarljós ella víst á neyvar handlar í hesum sambandinum, skrivar Bunker Holding, og vísir harðliga aftur, at felagið hevur brotið nøkur ES-revsitiltøk.

 

Kelda: Maritime Danmark / Avisen Danmark