* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nógvir eru hættirnir hjá búrkroppum at sleppa sær upp á skip.

Búrkroppar klintraðu upp eftir akkersketu

Hættirnir at koma sær umborð á skip eru nógvir, tá viljin er til staðar. Tað fekk manningin á Maersk Matsuyama at sanna í farnu viku, tá búrkroppar klintraðu umborð á skipið eftir akkersketuni.

 

Óbodnu gestirnir komu heilt fram til fremstu goymsluna. Har brutu teir hurðina upp og stjólu ein part av matvørunum.

 

Yvirmaðurin, sum var á vakt morgunin eftir, legði til merkis brotnu hurðina, men tá vóru búrkorpparnir longu rýmdir í øllum góðum.

 

Maersk Matsuyma lá fyri akkeri út fyri Mamonal í Kolumbia hesa náttina.

 

Maritime Danmark skrivar, at eitt er at klintra upp eftir akkersketuni um náttina, og so umborð á eitt skip, sum liggur fleiri fjórðingar úr landi, men at klintra niðuraftur við einari rúgvu av kassum man ikki bara hava verið sum at siga tað.

 

Kelda: Maritime Danmark