* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Búskaparligi vøksturin heldur á nøkur ár aftrat

- Vøksturin í heimsbúskapinum heldur fram nøkur ár aftrat, men so steðgar hann eisini, skrivar Altjóða Gjaldoyragrunnurin, IMF.

 

Tað eru serliga útlitini til at sentralbankarnir fara at styrkja peningapolitikkin, færri avleiðingar av skattanýskipanum í USA og minni vøkstur í Kina, sum fær IMF at siga, at vøksturin steðgar í 2020, skrivar Bloomberg News sambært Shippingwatch.

 

Fyrst fáa vit eitt skifti við framhaldandi framgongd í USA, og orsøkin eru amerikonsku skattalættarnir.

 

Altjóða Valutagrunnurin væntar ein búskaparvøkstur upp á 2,9 prosent í ár, og tað er 0,2 prosent meira enn grunnurin væntaði í januar í ár. Næsta ár er vøksturin mettur til 2,7 prosent, sum er eitt sindur meira enn væntað.

 

Leiðandi búskaparfrøðingurin hjá IMF, Maurice Obstfield, sigur í sambandi við búskaparligu forsøgnina, at eitt handilskríggj førir onki gott við sær.

 

- Fyrstu skotini í einum møguligum handilskríggi eru latin av. Ósemjan kann vaksa, um skattapolitikkurin í USA fær undirskotið at vaksa meira, og Evropa og USA onki gera fyri at minka síni undirskot, sigur Maurice Obstfield.

 

Leiðandi búskaparfrøðingurin í Arbejdernes Landsbank í Danmark, Signe Roed-Frederiksen, sigur í einari viðmerking til støðuna, at eitt veruligt handilskrígj kann vera reint eitur fyri altjóða vøksturin. Hon vísir samstundis á, at størri trýst á inflasjónina í USA hóttir altjóða vøksturin.

 

- Tí tað kann noyða amerikanska Miðbankan at trýsta á bremsuna og fáa renturnar at hækka munandi og tískil forða fyri íløguhuginum, sigur Signe Roed-Frederiksen.

 

Kelda: Shippingwatsh og Bloomberg News