* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
BW LPG í Singapor vil hava fatur á amerikanska gassbáta-reiðarínum, Dorian LPG.

BW LPG vil keypa amerikanskan kappingarneyta

BW LPG í Singapor hevur í seinastuni verið áhugað í amerikanska kappingarneytanum, Dorian LPG. Ein samanlegging millum tey bæði feløgini hevði verðið størsta gasstangabáta-reiðarí í heiminum.

 

Í mai í ár vísti Dorian einum keypstilboði frá BW LPG frá sær millum annað, tí amerikanska reiðaríið metti tilboðið vera ov lágt. Nú roynir BW LPG so við einum nýggjum tilboði.

 

Reiðaríið hevur skotið upp fyri Dorian at keypa partabrøvini fyri 8,67 dollarar fyri partabrævið. Í fyrra uppskotinum bjóðaði BW LPG 7,89 dollarar fyri partabrøvini.

 

Tekur Dorian av tilboðnum, fáa partabrævaeigararnir 2,12 partabrøv í nýggja felagnum fyri hvørt partabræv, teir eiga í dag.

 

- Við at hækka tilboðið vilja vit leggja dent á okkara sannføring um, at ein handil fer at skapa munandi virði fyri áhugamálini hjá báðum feløgunum, og eg haldi, at tað er nú, at handilin skal gerast, sigur forstjórin í BW LPG, Martin Ackermann.

 

BW LPG er partur av BW Group. Verða reiðaríini løgd saman, fer nýggja felagið at eiga 73 gasstangabátar.

 

Kelda: ShippingWatcheigangabrða reiðart skapa munandi virði fyri bæðitilboðnum, fið ørsta gasstangab