* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Býta málsøki í dag

Klokkan 11.00 í dag fara umboð fyri teir tríggjar flokkarnar, Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin, undir at býta málsøki sínámillum.

 

Sambært in.fo eru tað teir tríggir floksformenninir, Bárður á Steig Nielsen, Jørgen Niclasen og Jenis av Rana, sum fara at býta málsøkini millum flokkarnar.

 

Spenningurin er stórur, nú málsøkini verða býtt. Serliga spennandi er, hvør fær løgmann. At Bárður á Steig Nielsen hevur verið samráðingarleiðari, gevur honum avgjørdan fyrimun. Haraftrat er greitt, at fleiri limir í bæði Sambandsflokkinum og Miðflokkinum ikki kunnu góðtaka, at Jørgen Niclasen verður løgmaður.

 

Mest sannlíkt er, at Bárður á Steig Nielsen verður løgmaður og Jørgen Niclasen landsstýrismaður í fíggjarmálum. Sannlíkt er eisini, at Fólkaflokkurin fær fiskivinnumál, og tá er upplagt, at Jacob Vestergaard fer í tann sessin.

 

Miðflokkurin fær ivaleyst heilsu- og/ella almannamál. Men tá eru nógv øki eftir at býta.