* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Carnival siglir manningar heim

Amerikanska krúsreiðaríið, Carnival Cruise Line, savnar komandi dagarnar 18 av 27 reikferðaskipum sínum á eini knattstøðu uttanfyri Bahamas, fyri at flyta manningar millum skipini - eftir tjóðskapi.

 

Tá manningarnar eru fluttar yvir á ymsu skipini, fara níggju av reikferðaskipunum at sigla manning uppá 10.000 til heimlond teirra. Restin av skipunum verða løgd fyri akker uttanfyri Bahamas ella Panama. Bara so frætt av manning, at skipini kunnu navigera, verða eftir umborð.

 

Tey 27 reikferðaskipini høvdu manningar uppá í alt 29.000 fólk áðrenn korona. 10.000 av manningunum eru longu farin av skipunum, meðan 6.000 aftrat verða senda heim við flogfari. Haraftrat koma so tey 10.000, sum nú verða sigld heim.

 

Eftir umborð á teimum 27 reikferðaskipunum verða í alt 3.000.

 

At manningin verður send heim, er ein roynd hjá reiðarínum at minka mest møguligt om risastóra hallið, sum koronakreppan gevur reiðarínum.

 

Kelda: Maritime Danmark