* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Allir fimm av manningini á einum línubáti vórðu bjargaðir, tá hann stoytti saman við stóra bingjuskipið, Cecilie Mærsk eystanfyri Madagaskar.

Cecilie Mærsk stoytti saman við línubát

Bingjuskipið “Cecilie Mærsk” bjargaði mikumorgunin manningini av einum línubáti eftir samanstoyt út fyri Le Port í Reunion eystanfyri Madagaskar.

 

Sambært Mærsk varð øll manningin á línubátinum bjargað umborð á Cecilie Mærsk. Samanstoyrurin hendi 20 fjórðingar úr landi, og fimm mans vórðu bjargaðir.

 

Stórur skaði stóðst á línubátin, men tað eydnaðist kortini at sleipa hann til lands. Cecilie Mærsk fekk síðani loyvið at halda fram.

 

Hendingin verður nú kannað.

 

Cecilie Mærsk er eitt 190 metrar langt bingjuskip. Fyri kortum flaggaði skipið um frá donskum flaggi til Hong Kong.

 

Kelda: Søfart