* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Celsius keypir tangaskip frá Kirk Kapital

Danska reiðaríið, Celsius Shipping, keypir fýra tangaskip frá Kirk Kapital, sum sostatt fult og heilt er farið úr shipping-vinnuni. Í farna mánaði seldi felagið tvey onnur tangaskip, og nú eru sostatt ongi eftir hjá Kirk Kapital.

 

Tað er Lego-familjan, ið eigur Kirk Kapital, men nú er tann parturin av søgu

felagsins av á hesum sinni.

 

Hegnar.no skrivar, at Kirk Kapital hevði eitt undirskot í 2017 upp á 182,33 milliónir krónur, meðan felagið hevði eitt yvirskot í 2016 uppá 153 milliónir krónur.

 

Tey fýra skipini, sum Celsius Shipping yvirtekur, eru sambært Tradewinds Gunhild Kirk, Christina Kirk, Marie Kirk og Edith Kirk.

 

Við hesum tangaskipunum byrjar Celsius ein nýggjan part av teirra virksemi, og flotin er samstundis øktur úr 34 upp í 38 skip.

 

Tað var Jeppe Jensen, sum í 2013 stovnaði Celsius Shipping. Higartil hevur felagið verið virkið innan bingjuskip, turrlast, LPG og kemikaliutangaskip.

 

Hvørki Celcius Shipping ella Kirk Kapital vilja úttala seg um keypið/søluna.

 

Kelda: Maritime Danmark, Tradewinds og Hegnar.no