* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Chevron víðkar Gorgon-ætlanina í Avstralia

Chevron hevur avgjørt at víðka olju- og gassætlanina í útnyrðingspartinum av Avstralia. Ætlanin verður mett at kosta nógvar milliardir dollarar og inniber boringar í nýggjar brunnar í Gorgon- og Jansz-lo-leitiøkinum.

 

Gorgon-økið er ein av størstu frálandsætlanunum í heiminum, og kostar meira enn 54 milliardir US-dollarar. Nýggja útbyggingin fer væntandi at bera í sær, at olja og gass fæst úr økinum næstu 30 til 40 árini.

 

Hol varð sett á Gorgon-ætlanina í mars í 2016. Oljan og gassið verður flutt av Gorgon og Jansz-lo-økinum, einar 130 kilometrar úr landi, til vestara partin av Avstralia.

 

Gorgon er eisini ein av heimsins størstu natúrgassætlanum.

 

Talan er um eina samtaksæltan (joint venture), har avstralska dóttirfelagið hjá Chevron eigur 47,3 prosent, ExxonMobil eigur 25 prosent, Shell eigur 25 prosent, Osaka Gas 1,25 prosent, Tokyo Gas 1 prosent og JERA eigur 0,417 prosent av samtaksætlanini.

 

Í 180 londum

Chevron arbeiðir í fleiri enn 180 londum. Felagið arbeiðir á øllum økjum innan gass-, olju- og jarðhitaorku: Framleiðslu, kanningar, marknaðarføring, reinsing (raffinering), evnafrøðiliga framleiðslu og ravmagnsframleiðslu.

 

Upprunin til felagið stavar í grundini frá Standard Oil Company. Í 1984 løgdu feløgini SoCal og Gulf Oil saman, og nýggja felagið kom at eita Chevron Corp. Í 2000 keypti Chevron Texaco, í 2005 Unocal og í 2011 keypti Chevron Atlas Energy.

 

Í dag er Chevron eitt av heimsins størstu oljufeløgunum.

 

Kelda: The Maritime Executive