* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Stríðið millum Russland og Ukraina um Krimm-hálvoynna er brádliga hert.

Clipper-skip fanga í stríði millum Russland og Ukraina

Eitt Clipper-skip lá mánadagin stilt í Russlandi, har Russland  tipti atgongdina til Kerch-sundið, tá ið stríðið við Ukraina um Krimm-hálvoynna brádliga harðnaði.

 

Eitt skip frá danska reiðarínum Clipper var mánadagin fangað í einum stórpolitiskum stríði millum Russland og Ukraina.

 

Danmarks Radio skrivar, at Clipper Viking var noytt at liggja stilt í Svartahavinum, eftir at Russland tipti atgongdina til Azvoska Havið.

 

Sunnudagin legði Russland eitt farmaskip tvørturum Kerch-sundið, so tað tipti innsiglingina til Azvoska Havið nærindis Krim-hálvoynna. Tað gjørdu russar fyri at forða trimum smærri ukrainskum herskipum at sigla gjøgnum sundið, sum er ein týdningarmikil farleið hjá báðum londunum.

 

Cambært CNN hevur Russland flutt farmaskipið, soleiðis at tað aftur er siglandi ígjøgnum sundið. Enn er kortini óvist, um turrlastskipið, Clipper Viking, hevur fingið grønt ljós at halda fram.

 

- Herda stríðið skapar ótryggleika fyri handilsflotan í økinum, sigur umboð fyri felagið hjá donskum reiðaríum.

 

Kelda: Shippingwatch/DR/CNN