* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Franska reiðaríið, CMA CGM, gevst at ferma plastikk, tí eingin vissa er fyri, at plastikkið t.d. verður endurnýtt.

CMA CGM gevst at ferma plastikkavfall

Franska reiðaríið, CMA CGM, vil ikki ferma plastikkavfall, sum kann vera við til at dálka og hótta lívmargfeldið. Tað boðaði forstjórin í felagnum, Rodolphe Saade, frá fríggjadagin í farnum viku.

 

Reiðaríið gevst at ferma slíkt avfall í juni í ár.

 

Hvørt ár enda umleið 10 milliónir tons av plastavfalli í heimshøvunum, og næstu 20 árini kann hetta trífaldast við stórum skaðum á vistskipanina í havinum sum avleiðing.

 

- Grundin til dálkingina er millum annað avfallsgoymslur, sum ikki eru afturlatnar, og vantandi tilrættislegging, sum kann fáa plastikk endurnýtt ella gjørt um, skrivar reiðaríið.

 

- Við avgerðini um ikki longur at vilja ferma plastavfall við skipum sínum, vil CMA CGM forða fyri, at hetta slagið av avfallið verður flutt til støð, har eingin trygd er fyri, at plastikkið verður skilt, endurnýtt ella verður gjørt um til eitthvørt annað, sigur reiðaríið.

 

Fyrr hevur Kina verið størsti plastavfall-innkeyparin úr USA, men síðan bannið í 2018 er plastavfallið sent til lond sum Kambodia, India, Indonesia og Malaysia.

 

Kelda: Maritimedanmark / TradeWinds