* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Color Line og Fjord Line ósamd um tøl

Fyri at uttanríkisferjurnar hjá Color Line skulu fáa lagaligari treytir at sigla undir, brúkar felagið tøl, sum eitt anna ferjufelag, Fjord Line, ikki kennist við.

 

Fyri at fáa lagaligari treytir, hevur Color Line í fleiri ár roynt at fingið ferjurnar úr vanligu norsku skipaskrásetingini, NOR, og inn í Norsku Altjóða Skipaskrásetingina, NIS, har treytirnar er lagaligari.

 

Reiðaríið hevur hótt við at flyta ferjurna í Donsku Altjóða Skipaskrásetingina, DIS, um felagið ikki fær loyvi at fara í NIS. Sambært útrokningum hjá Color Line hevði tað spart felagnum einar 150 milliónir krónur um árið.

 

Men roknistykkið heldur ikki, sigur kappingarneytin, Fjord Line, í samrøðu við norska miðilin Sysla.

 

Ferjureiðaríið, sum millum annað siglir upp á Hirtshalls, hevur fýra ferðafólkaskip undir DIS-flaggi, og tey meta ikki, at felagið sparir nakað í mun til at sigla undir norskum flaggi. Hinvegin hevur Fjord Line mist pening hesi seinastu árini, tá danska krónan er styrkt.

 

- Um vit høvdu flaggað okkara skip úr DIS til NOR hvødu vit spart millum 10 og 15 norskar milliónir krónur árliga. Tá hava vit ikki tikið inntøkurnar frá casino-spølum við, og tær geva nógvar milliónir krónur, sigur samtaksstjórin, Tickard Ternblom við Sysla.

 

Color Line vil ikki gera viðmerkingar til málið. Trýstið frá felagnum hevur kortini ført við sær, at norska stjórnin umhugsar at gera lógarbroytingar, soleiðis at tað fer at bera Color Line til at koma undir NIS við ferjunum.

 

Uppskotið hevur ført til mótmæli frá fakfeløgum í bæði Danmark og Noregi. Tey óttast, at nógv norðurlendsk starvsfólk fara at missa arbeiðið, um lógarbroytingarnar verð samtyktar.

 

Kelda: Søfart og Sysla