* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Commerzbank og Maersk Line gjørt flotaavtalu

Tíðindamiðilin, Fairplay, skrivar, at Maersk Line hevur gjørt avtalu við Commerzbank um seks bingjuskip.

Maersk Line og týski Commerzbank hava eftir øllum at døma gjørt eina avtalu fyri 280 milliónir US-dollarar. Sostatt fær Maersk Line seks bingjuskip í flotan aftrat. Fairplay sigur skipsmeklarar fyri at vera keldur til tíðindini. Hvørki Commerzbank ella Maersk Line vilja vátta tíðindini.


Sambært Fairplay hevur Maersk Line gjørt av at yvirtaka tey bæði skipini, Maersk Eureka og Maersk Edime, sum bæði er smíðað í 2013. Hini fýra skipini eru smíðað í 2012.

 

Higartil hevur Commerzbank fíggjað ella átt skipini.

 

Kelda: Shippingwatch og fairplay.ihs.com