* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Stena Supreme, ráoljutangaskip.

Concordia selur einasta ráoljutangaskipið hjá reiðarínum

Svenska tangaskipareiðaríið, Concordia Maritime, selur Stena Supreme, sum er einasta ráoljutangaskipið hjá reiðarínum. Skipið gevur eitt gott milliónaavlop, og sølan verður framd sum lið í strembanini at styrkja fíggjarligu støðuna hjá Concordia Maritimes.

 

Sølan av Suezmax-ráoljutangaskipinum upp á 158.000 dwt., sum varð smíðað í 2012, gevur Concordia Maritime eitt avlop upp á 4 milliónir dollarar, og tað tvífaldar heldur slunkna likviditetin, sum var 34 milliónir svenskar krónur í ársroknskapinum 1. ársfjórðing í ár.

 

- Sølan er ein patur av arbeiðnum at styrkja fíggjarligu støðuna hjá felagnum, men timingin er eisini góð. Tonnasju-prísirnir eru hækkaðir í 1. ársfjóringi 2022, sum er ein greið spegilsmynd av prísinum, sigur Erik Lewenhaupt, CEO í Concordia Maritime.

 

- Vit eru varisliga ja-lig, hóast vit framvegis ikki kunnu útiloka møguleikan fyri eisini at taka onnur stig, leggur hann aftrat.

 

Kelda: Maritimedanmark