* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Aðalskrivstovan hjá IMF. Nú avloysa ITF og ETF eisini fundir orsakað av corona.

Corona fær IMO og onnur altjóða feløg at útseta fundir

Mánadagin vistu vit at siga, at IMO (International Maritime Organization) útsetir fleiri fundir, sum skuldu vera í mars. Og orsøkin er koronavirusið. Nú er greitt, at eisini onnur avlýsa sínar fundir, millum annað ITF og ETF.

 

Sjófartsfelagið undir ST útsetir nú fleiri fundir sum beinleiðis avleing av koronavirusinum, upplýsir IMO.

 

Tað snýr seg í fyrstu syftu um ein fund í vísindaliga bólkinum og ein fund í løgfrøðiligu nevndini hjá IMO, sum báðir skuldu vera um tvær vikur.

 

Avgerðin kemur  eftir at Bretland – eins og ein røð av øðrum londum – hevur sett í verk eina korona-tilbúgving, og sum ger tað trupult hjá fleiri limum í limalondum hjá IMO at møta á fundi.

 

Í løtuni er óvist, um hesir báðir fundirnir verða teir einastu, ið verða útsettir. IMO heldur í hvussu er fram við at fylgja við gongdini.


Og nú vísir tað seg, at eisini onnur feløg avlýsa fundir, teirra millum ITF og ETF. ITF er International Transport Workers Federation, og ETF er European Transport Eorkers Federation. Ein fundur skuldi vera í fiskivinnubólkinum hjá hevum báðum feløgum 18. mars, men tann fundur er nú eisini avlýstur.

 

Kelda: Shippingwatch o.o.