* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Costa Concordia ikki eindømi

Millum 1979 til 2013 vóru ikki færri enn 55 skipbrot innan cruiseferðaídnaðin. Harumframt sigldu 66 skip á land.

Hetta veit heimasíðan cruisejunkie.com at siga. Hon veit eisini at siga, at seinastu trý-fýra árini eru í meðal tjúgu ferðafólk ella onkur av manningini farin fyri borð av cruiseferðamannaskipum.

Heimasíðan upplýsir eisini, at tað við ymiskum trygdartiltøkum hevur eydnast at fáa bilbugt við størsta trupulleikanum í mong ár umborð á cruiseferðamannaskipum - nevniliga "vanligan" kriminalitet og seksuellan ágang.

Hinvegin hevur ikki eydnast á trygdarøkinum at fylgja við rákinum innan ídnaðin, har ferðafólkaumsetningurin er trífaldaður síðani 2000.

Samstundis eru sjálvi skipini vorðin ovurhonds stór, og hetta krevur meiri framkomnar trygdarskipanir og manningarútbúgvingar enn fyrr.

Costa Concordia leyk ikki hesi krøv, men er langt frá eindømi, verður sagt.

Eisini álvarsomu eldsbrunarnir í maskinrúmunum á teimum báðum Carnival-skipunum, Carnival Triumph (2013) og Carnival Splendor (2011), avdúkaðu umfatandi brek í trygdarmannagongdunum. Í báðum før vóru manningarnar longu undan fráferðunum greiðar yvir, at stórur vandi var fyri eldsbrunum, skrivar cruisejunkie.com.