* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Costa Concordia-hetja á veg upp í politikk

Vit minnast helst best teir, ið høvdu ein óhepnan leiklut, tá ferðamannaskipið Costa Concordia fyri seks árum síðani sigdi á eitt sker við lítlu italsku oynna Giglio og koppaði. Men har vóru eisini hetjur - tildømis Gregorio De Falco.

Gregorio De Falco var vakthavandi hjá italsku vaktar- og bjargingartænastuni, tá Costa Concordia koppaði. Meginparturin av teimum umborð komu frá vanlukkuni við lívinum, 32 doyðu. Millum tey 4.197, ið bjargaðu sær í land, var skiparin Francesco Schettino.

Scettino upplýsti fyri vaktar- og bjargingartænastuni, at síðstu ferðafólkini vóru í ferð við at fara av koppaða skipinum. Undir samrøðuni varnaðist Gregorio De Falco, at Schettino ikki longur var umborð á skipinum men á landi, hóast ferðafólk framvegis vóru umborð á skipinum.

Gregorio De Falco gav Francesco Schettino skipara boð um beinanvegin at fara umborð aftur.

"Vada a bordo, cazzo”, rópti hann illur í telefonini til Schettino, sum lættliga umsett merkir: ”Far umborð aftur, for fanin”.

Francesco Schettino, ið seinni varð dømdur 16 ára fongsul fyri ábyrgd sína í vanlukkuni, helt seinni upp á, at hann undir einum óhappi datt niður í bjargingarbátin, sum flutti hann í land.

Gregorio De Falco gjørdist fólkahetja í Italia fyri avgjørda og beinleiðis hátt sín at samskifta við Schettino upp á, og hann roynir nú at umseta sítt góða umdømi til politiska ávirkan, við at stilla upp til italska tjóðartingið fyri populistisku ’Fimm Stjørnu Fylkingina”. 

Kelda: maritimedanmark.dk