* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

CTV-ari rennir á havvindmyllu

Bretskt skrásetti CTV-arin (crew transfer wessel), Njord Offhsore, rendi fyri viku síðani á eina havvindmyllu í týsku havvindmyllulundini, Borkum Riffgrund 1, sum er einar 24 fjórðingar norðanfyri týsku oynna, Borkum. Trý fólk vórðu løstað í óhappinum, eitt teirra varð álvarsliga løstað.

 

Hví CTV-arin rakti mylluna, er ikki upplýst, og tað er heldur ikki greitt, hvussu stór manningin á skipinum var.

 

Njord Offshore fór at leka eftir stoytin, men tað eydnaðist manningini at halda skipinum lens.

 

Illa løstaða fólkið varð flutt burtur við einum øðrum skipi, sum sigldi til Hollands, har viðkomandi varð innlagdur á sjúkrahús við tyrlu.

 

Ein týskur bjargingarkrússari, sum bjargingartænastan sendi á knattstøðuna saman við fleiri øðrum skipum, fylgdi skadda CTV-aranum til hollendska havnarbýin, Lauwersoog.

 

Kelda: Maritime Danmark / 4C Offshore