* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Damen Shiprepair letur aftur í Göteborg

Damen Shiprepair í Göteborg hevur í longri tíð givið undirskot og havt ov fáar uppgávur og letur tí nú aftur. Hørð altjóða kapping millum skipasmiðjurnar í Eystursjónum fær skyldina. 50 meðarbeiðarar standa nú uttan arbeiði.

”Svartskygda støðan hjá skandinaviska sjóvinnuídnaðinum, økta talið av baltiskum umvælingarskipasmiðjum og kursurin á svensku krónuni í mun til onnur gjaldoyru eru nakrar av orsøkunum til, at vit hava gjørt av at niðurleggja skipasmiðjuna”, skrivar Damen Shiprepair í eini fráboðan. 

Skipasmiðjan hevur havt torført við at standa seg í mun til millum annað kappingarneytarnar Öresundsvarvet og Fayard í Danmark. Men eisini pólskar skipasmiðjur eru við í kappingini um uppgávurnar og eru við til at trýsta prísirnar. 

Leiðslan á skipasmiðjuni við forstjóranum Monicu Svenner á odda hava seinastu mánaðirnar arbeitt miðvíst við at halda fram við virkseminum, men hetta hevur ikki verið nógmikið. 

Í heyst segði Monica Svenner við Sjöfartstidningen:

”Hetta er triðja árið á rað, at vit hava undirskot, og nú gongur tað ikki longur. Eigararnir hava sett meira enn 10 mió. kr. um árið í felagið seinastu tvey árini og trúðu, at tað fór at venda gongdini, men tað gjørdi tað ikki. Marknaðurin er sera veikur, og kundar okkara hava tað sera trupult”.

Skipasmiðjan í Göteborg varð í 2000 yvirtikin av hollendska Damen Group. Skipasmiðjan hevur tvinnar flótidokkir og fýra bryggjur. Størsta flótidokkin kann taka ímóti skipum upp á upp til 75.000 dwt. 

Kelda: Sjöfartstidningen