* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Danir seta met tvørturum Atlantshavið

Fýra danir hava sett met í at rógva tvørturum Atlantshavið. Í kappingini “Talisker Whisky Atlantic Challenge” brúktu teir 37 dagar, 11 tímar og 32 minuttir um at rógva túrin. Tað gevur teimum metið sum skjótastu danir tvørturum Atlantshavið í róðrarbáti.

 

Tað var sonn gleði at síggja, tá rógvararnir aftur hittu familju og vinir í havnini í Antigua í Karibia. Lasse Hansen, Mikkel Schmidt, Michael Lyng og Anders Nørregaard høvdu aftur fingið fast undir føti.

 

Síðan liðið “Row for Veterans” legði frá landi í La Gomera á Kanarisku Oyggjunum í desember, hava teir lagt 5.000 kilometrar afturum seg tvørtur um Atlantshavið uppá met-tíð, hóast stundum ófantaliga veðrið á túrinum.

 

Kelda: Maritime Danmark


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=3VV5AVELPl8]
Sjónbandaupptøkur: Samanumtikið frá kappingini \"Tallisker Whiskey\". (Hesar upptøkurnar snúgva seg ikki um donsku rógvararnar, men um kappingina sum held )