
Sjórænaraálop hava leingi verið ein trupulleiki, og danska stjórnin arbeiðir tí við ætlanini at senda eitt danskt skip til Afrika at forða fyri sjórænaraálopum.
Danska stjórnin sær við álvarsemi upp á støðuna í Guineavíkini út fyri útsyningsstrondina í Afrika. Tað er serliga her, at sjórænarar í alt størri tali hótta millum annað nógv donsk skip í hesum havøkinum.
Tí hevur danski verjumálaráðharrin, Trine Bramsen, heitt á Verjuna at hyggja eftir, um til ber at senda eitt skip til Vesturafrika at forða fyri fleiri álopum.
- Eg óttist, at tað er ein spuringur um tíð, áðrenn sjórænarar fara at ræna danskar manningar, sigur Trine Bramsen.
Fær hon eina ja-liga afturmelding frá Verjuni, fer hon at biðja Fólkatingið um loyvið at seta skipið inn í sjórænararaktað økinum.
Hin 13. januar í ár varð Mærsk Cardiff álopið sunnanfyri Nigeria. Við endan á 2020 vórðu Mærsk Cadiz og Torm Alexandra fyri líknandi álopum. Hetta eru alt donsk skip, sum sigla undir Singapor-flaggi.
Kelda: Søfart