* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Dánjal Jákup Meinertsson aftur formaður í Antares

Á aðalfundinum í Áhugafelagnum Antares síðsta fríggjadag, boðaði Andreas Poulsen frá, at hann ikki heldur fram sum formaður. Á nevndarfundi eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við við Dánjal Jákupi Meinertsson sum formanni. Hann hevur røkt henda sessin áður. Niðanfyri er frágreiðing frá fundinum, sum Martin Sonny Frederiksen, skrivari, hevur sent okkum:

Aðalfundurin 2018 varð hildin í Turkihúsinum í Fuglafjørði 19/1. Byrjað varð við morgunmati. Møtttir vóru 18 mans. 

Fundurin varð settur áleið kl. 10.45 Martin varð valdur til fundarstjóra.

Fundurin var ikki lógliga lýstur. Hann skal vera fráboðaður í seinasta lagi 14 dagar frammanundan.

Atkvøtt varð um frávik frá hesum, og varð hetta samtykt.

Orðið varð givið til DJ, sum greidddi frá tí, ið er farið fram seinasta árið.

Fundarfrágreiðing, sum Andrias hevði skrivað, varð víst á stórskíggja. Nevnt varð um nýggu eftirlønarnýskipanar lógina. Tosað varð um HT og AM gjald. Har hendir snøgt sagt onki. DJ hevur tosað við Egil á Bø, stjóra, um hettar. Ikki kann sigast, at hann hevði nógv at siga frá.

Petur Mohr hevur fingist við norðurlendskar sáttmálar. Petur skrivað til fleiri málaráð, men har var ikki nógv hjálp at heinta. Roynt verður nú at fara ígjøgnum fólkatingslimirnar.

Nevnt varð um, at oljuvinnan er í ferð við at koma í gongd aftur. Serliga í Norra. Oljuprísurin fer at nærkast 70 USD.

Nógvir pengar eru brúktir í 2017. Nakað er brúkt uppá sakarmál, men vit skula vænta fleiri rokningar í 2018.

Tosað varð um lønir í DIS, har ein Nnvigatørur hevur skrivað eina grein, har hann hevur víst sín lønarlista. Sera áhugavert at lesa.

Tosað varð nógv um heilsutrygd. Onkur hevur roynt at spurt um hetta nú í 3 ár, tó uttan at fáa nakað ítøkiligt svar.

Tosað varð um skattadiskrimitering. Eitt nú at skattur verður fluttur til Føroya, men Norra kann ikki fáa pengarnar aftur. Tað sama millum eitt nú Svøríki og Norra. Normenn hava so ikki nakað ímóti, at skattur ferð til Føroya, tá íð arbeitt verður uttanfyri norskan sokkul.

Normenn halda enn fast uppá at brúka føroyngar. Nakað tað sama er galdandi fyri eitt nú MSS. Tað er eitt gott tekin, at vit eru væl dámdir. 

Petur Mohr nevndi nakað um skattanýskipan. Kári Petersen, sum er formaður í skattanevndini hjá Fíggjarmálaráðnum, førdi alment fram, at vit gjalda ikki skatt. Eitt kunninngarskriv varð sent út. 

Tosað var um afturbering til kommunur fyri tey, sum eru yvir 67. Ymiskt er, hvussu nógv tær ymsu kommunurnar fáa. Stórur munur er t.d. millum eitt nú Vestmanna og Sunda kommunu.

So var stuttur steðgur, áðrenn roknskapurin varð lagdur fram. Petur Mohr fór ígjøgnum roknskapin. Felagið hevur beint omanfyri 700.000 kr. á kontu. Tíverri hava vit gott 110.000 krónur útistandandi í limagjaldi. 

Petur Mohr tosaði so nakað um barsil hjá teimum, sum sigla hjá donskum reiðaríum. Og hvat man kann fáa í FO, um man arbeiður heima. Petur nevndi, at um man arbeiðir í FO, so skal man ikki gjalda til ALS, um so er, at man er í donskum A-kassa. Her skal man so gera vart við seg, so flytir ALS pengarnar aftur. Kann mótroknast fyri pensión í DK contra FO. Petur tosaði um, at broyting er gjørd í kunngerðini um undantøku at gjalda til eftirløn. Broyting er gjørd í nov. 2016.

Martin nevndi, at Jens Nordentoft kemur til FO at hava kunnandi fundir seinni í ár. Vit hoyra nærri um hetta til tað tíð.

Roknskapurin varð einmølt samtyktur. Full undirtøka var um at halda fram við 300 kr. í limagjaldi.

Tosað varð um at arbeiða heima.

Atkvøtt varð fyri, at nevndin helt fram í verandi líki. Tó hevur Andrias boðað frá, at hann ikki heldur fram sum formaður.

Valdir vórðu 2 tiltakslimir. Sørin Poulsen og Poul Jákup Thomsen bjóðaðu seg fram.

Ongin innkomin mál.

Nevnt varð um at fáa reiðaríini at gjalda fyri vacciniatiónir.

Ymiskt. Tosað varð um alt møguligt. Samskifti við myndugleikar og politisku skipanina. Kanna nærri, hví myndugleikar ikki svara okkum.

Fundurin lokin 12.40. Nevndin takkar fyri góðan fundarsið.

Kallað varð síðani inn til nevndarfund 12.45 Nevndin skipaði seg soleiðis. Formaður: Dánjal Jákup Meinertsson, næstformaður: Andreas Poulsen/Petur Mohr, skrivari: Martin Sonny Frederiksen, kassameistari: Petur Mohr, nevndarlimur Andreas Poulsen/Petur Mohr. Tiltakslimir: Søren Poulsen og Poul Jákup Thomsen. Fundurin lokin kl. 13.05.

Meira kunning verður send út í apríl.