* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Einaferð í heyst verður ein donsk fregatt send at hava eftirlit við skipaferðsluni í Guineavíkini, og at steðga mongu sjórænaraálopunum. (Mynd: Henning Jespersen-Skree / Flyvevåbnets Fototjeneste)

Danmark fer at samráðast við eina røð av Vesturafrikonskum londum um at útflýggja sjórænarar, sum donsk flotaherskip handtaka. Donsk herskip verða sett at hava eftirlit í Guineavíkini til heystar. Treytin fyri at útflýggja sjórænarar verður, at viðkomandi lond seta sjórænararnar fyri rættin.

 

Tað er eitt dulnevnt talsfólk hjá Verjumálaráðnum, sum sigur hetta við tíðindamiðilin, Bloomberg.

 

Danska stjórnin gjørdi í farnu viku av at senda eina fregatt til Guineavíkina í heyst. Har skal fregattin gera sítt til at forða fyri, at sjórænarar gera seg inn á skip, sum sigla har á leiðini.

 

- Hetta verður gjørt, tí vandi er fyri trygdini. Sjórænarar fremja álop og ræna manningar í økinum. Tað hóttir trygdina hjá donskum (og føroyskum, red.) og útlendskum manningum. Tá støðan er soleiðis, kunnu vit ikki sita hendur í favn. Vit mugu verja rættin til frælsa sigling, sigur Trine Bramsen, danskur verjumálaráðharri, millum annað.

 

Danska fregattin verður sett inn í uppgávuna í Guineavíkini sambært FN-sáttmálanum “Law of the Sea´s, sum loyvir herskipum at gera anti-sjórænara átøk á heimshøvunum.

 

Uppgávan hjá fregattini veruður at stríðast ímóti sjórænaravirksemi og at stuðla sivilu sjóferðsluna í økinum.

 

Fregattin hevur eina Seahawk-tyrlu umborð, og partur av manningini er servand álopsdeild.

 

Donsk Reiðarí fegnast um avgerðina hjá Fólkatinginum. Á heimasíðu síni skrivar felagið, at í miðal 30-40 donsk skip sigla í Guineavíkin hvønn einasta dag, og trý donsk skip eru álopin í hesum økinum seinastu mánaðirnar.

 

- Vit hava havt eitt gott samskifti við verjumálaráðharran og myndugleikarnar um svikaligu støðuna, og eg ditti mær at stiga fyri alla vinnuna, at vit eru takksom fyri, at stjórnin veruliga ger nakað við støðuna, sigur forkvinnan í Donskum Reiðaríum, Anne H. Steffensen.

 

Kelda: Maritimedanmark / Danishshipping