* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Danmark góðkennir umstrídda rørleiðing úr Russlandi

Eftir tríggjar umsóknir og drúgva bíðitíð hevur danska Orkuráðið góðkent nógv umstríddu Nord Stream 2-umsóknina, at loyva felagnum at leggja eina gassrørleiðing millum Russland og Týskland gjøgnum danskt sjóøki við Bornholm.

 

“Loyvið verður givið sambært undirgrundarlógini og við støði í skyldunum hjá Danmark sambært ST-havrættarsáttmálanum. Her hevur Danmark skyldu at loyva transittrørleiðingum við virðing fyri tilfeingi og umhvørvi - og møguliga vísa á, hvar ein sovorðin rørleiðing skal leggjast,” skrivar danska Orkuráðið í einum tíðindaskrivi.

 

Tað vóru júst skyldurnar hjá Danmark í sambandi við lógarverkið, sum Nord Stream 2 vísti á, tá felagið í mars í ár sendi triðju umsóknina, og samstundis átalaði Danmark fyri at draga málið út.

 

Tað er Gazprom, sum eigur Nord Stream 2. Russiska stjórnin hevur valdið á Gazprom, og tað eru tey viðurskiftini, sum hava verið grundin til longu avgreiðslutíðina.

 

Gassrørleiðingin skal tryggja Týsklandi natúrgass frá Russlandi, ein avtala, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur funnist at.

 

Kelda: Maritime Danmark/Energistyrelsen